Lærugreinin danskt skal ikki longur vera eitt krav í miðnámsskúlanum.
Í sambandi við broytingarnar, sum verða gjørdar í miðnámsskúlanum, hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fingið eitt tilmæli um, at næmingarnir sjálvir velja, um teir vilja hava danskt, skrivar kringvarpið.
Um so verður, kann hetta hava við sær, at næmingarnir í staðin fáa fleiri tímar í føroyskum, sigur landsstýriskvinnan við útvarpið.
Danskir myndugleikar krevja ikki longur, at næmingar í føroyska miðnámsskúlanum skulu hava danskt fyri at sleppa at lesa víðari, og tí mælir arbeiðsbólkurin til, at danskt verður vallærugrein eins og hini fremmandamálini.
Uppskotið um at broytamiðnámsskúlaútbúgvingunum væntandi lagt fyri tingið í heyst.










