Danskt tivoli stongir stuttleikatól eftir deyðsfall í USA

Vildsund Marked stongir stuttleikatól, eftir álvarliga vanlukku í líknandi tóli í USA.

Mikudagin endaði heilt galið í einum stuttleikagarði í USA. Tað kemur fyri av og á, at vitjanir í ymisk tivoli fáa keðiligan enda, og soleiðis gekk í gjár í USA.

 

 

Ein vognur sleit seg leysan í einum stuttleikatóli, og ein persónur doyði og sjey fingu skaða.

 

 

Hetta fær nú avleiðingar í Danmark, har Vildstrup Marked í Thy hevur valt at stongja eitt stuttleikatól, ið er líka sum tað, ið brotnaði í USA.

 

 

Leiðarin fyri Nordisk Tivoli Park sigur við eb.dk, at óvist er nær stuttleikatólið Extreme koyrur aftur, men sigur, at fyrr í ár er tólið góðkent av Force Institute, ið er góðkenningarmyndugleiki fyri øll slík stuttleikatól, og myndugleikin kemur eisini seinni á árinum á ófráboðaða eftirlitsvitjan.

 

 

Vanlukkan í USA hendi í býnum Columbus í Ohio, og talan er um eitt slag av ringreið (karusel), ið fer fer 12 metrar upp frá, meðan malið verður runt. Ein 18 ára gamal maður doyði, tá hann, og onnur, slongdust úr leysa vogninum.