Danskt mistreysti

Stutt viðmerking til orðini hjá danska fólkatingsliminum Sonju Mikkelsen.

 

Sámal Petur í Grund

landsstýrismaður

?????????????????????????????????

Stutt viðmerking til orðini hjá danska fólkatingsliminum Sonju Mikkelsen.

Leygardagin 9. juni visti Útvarp Føroya at siga frá danska fólkatingsliminum Sonja Mikkelsen, at hon stúrdi fyri, at minking í blokkstuðlinum og yvirtøka av málsøki á føroyskar hendur kundi føra til tænastulækking.

Viðmerkingin frá danska fólkatingsliminum hongur saman við, at landsstýrið hevur avgjørt, at skúlamál og almen forsorg skulu yvirtakast fyrstkomandi ársskifti.

Landsstýrismaðurin í mentamálum Torbjørn Jacobsen hevur í fjølmiðlunum víst á, at hendan viðmerkingin er heilt burturvið, tá vit hava umsitið skúlamál í fleiri ár, og talan bert er um ein formalitet at yvirtaka ábyrgdina av skúlaverkinum.

Tað sama er galdandi á almannaøkinum, tá fyrisitingin av málsøkinum ?offentlig forsorg? hevur verið á føroyskum hondum síðani 1975.

At júst hesi bæði økini nú koma undir føroyskt ræði hongur saman við, at hetta eru málsøki sum kunnu yvirtakast bert við at fráboða hetta til donsku stjórnina.

At hesin háttur er valdur eigur ikki at undra nakran, tá tað hevur víst seg at vera ógjørligt at koma nakran veg á sjálvbjargningsleið við samráðingum við donsku stjórnina.

Hesin møguleikin at yvirtaka uttan samráðingar er staðfestur í Heimastýrislógini og er uttan iva einasti møguleiki vit hava, so leingi eingin samráðingarandi er at hóma frá tí einu síðuni.

Tað kann tó undra, at man er villigur til at ganga so langt, at man frá danskari síðu vil niðurgera okkum í so stóran mun sum fólk, at tað skal vera ein sjálvfylgja at tænastu-støði skal lækka um vit, eftir at hava ivirtikið fyrisitingina, eisini ivirtaka ábyrgdina.

Eisini hava royndirnar víst okkum, at eingin trygd er í tí, at ábyrgdin av undirvísing og forsorg liggur í donskum hondum.

Vit sum trúgva uppá einar Føroyar eftir før-oyskum fortreytum, hvar ábyrgdin liggur í okkara hondum, trúgva uppá eitt betri skúlaverk og eina betri forsorg.