Danska herskipið Esbern Snare hevur søkt eitt móðurskip hjá teimum somalisku sjórænarunum og lagt hald á nógv vápn og brennievni, sum sjórænararnir høvdu savnað umborð á skipinum.
Søværnets Operative Kommando sigur, at seks menn vóru umborð á móðurskipinum, og at teir vórðu settir í land. Hetta er fjórðu ferð, at donsk herskip hava tikið móðurskip hjá somaliskum sjórænarum.
Esbern Snare er við í herskipadeildini Operation Ocean Shield, sum NATO hevur við Afrikanska Hornið, og sum hevur til endamáls at forða teimum somalisku sjórænarunum at gera seg inn á handilsskipini, sum sigla tann vegin.