Ein tann kendasti og best umtókti danski rapp-bólkurin kemur til Føroya komandi vikuskiftið. Suspekt eitur bólkurin, sum fer at framføra í Eclipse fríggjakvøldið og í TB-húsinum leygarkvøldið.
Bólkurin, ið er mannaður av teimumum fýra Bai-D, Orgi-E, Rune Rask og Troo.l.s, kemur úr harða umhvørvinum í Albertslund.
Bólkurin ger tónleik, ið nevnist gangsta rap. Talan er um harðan rapptónleik við einum sterkum stíli bæði viðvíðkjandi tónleiki og teksti.
Seinasta útgávan hjá Suspekt, ?Prima Nocte?, tók ummælarar á bóli. Bólkurin fekk eisini sera góð ummæli fyri sína konsert á Roskilde Festivalinum í fjør - her fingu teir heili seks stjørnur frá Gaffa.
Umframt fleiri løg, sum hava verið tráðspæld í donskum útvarpi, hava teir fýra rappararnir úr Albertslund m.a. gjørt tónleik til kenda danska entertainaranum Anden umframt Drengene Fra Angora. Dreingirnir í Suspekt vóru eisini gestatónleikarar á fløguni hjá L.O.C. á lagnum ?Få din flask´? på.
Suspekt hevur eisini arbeitt við føroyska myndamannin Bárður Eklund.
Suspekt hevur higartil útgivið tríggjar fløgur; ?Suspekt?, 1999, ?Ingen Slukker The Stars?, 2003 og ?Prima Nocte?, 2007.
Til ber at lesa meira um Suspekt á heimasíðuni www.primanocte.dk.