Danskt flogfar trygdarlendi

Eitt flogfar hja Cimber Air trygdarlendi í Kastrup, beint eftir middag í dag. Flogfarið var ávegis úr Kastrup til Bukarest, tá teir fingu trupulleikar við tí eina motorinum. Øll ferðafólkini og manningin hava tað gott, sigur flogovastin í Cimber Air, Søren Byrjalsen.

-Trupulleikin var, at motorurin fekk ov nógvar snúningsferð. Tað er helst girkassin, men vit vita ikki við vissu enn, sigur Søren Byrjalsen.

Flogfarið fleyg yvir Polen, tá ið teir varnaðust trupulleikan. flogfarið vendi tí aftur til Kastrup, fyri at gera eina trygdarlending har. Tað vóru 34 ferðafólk við flogfarinum og manningin taldi trý fólk.

Eftir trygdarlendingina fingu øll boðið hjálp.

Fyri 14 døgum síðan trygdarlendi eisini eitt flogfar hjá Cimber Air í Kastrup Lufthavn, tað flogfarið fleyg rutu millum Keypmannahavn og Sønderborg.

Stutt eftir fráferð í Kastrup, varnaðust starvsfólkini royk frammalaga í flogfarinum. Roykurin sást ikki, men flogskiparin valdi tó at venda aftur til Kastrup, har flogfarið trygdarlendi.

Tað flogfarið hevði 24 ferðafólk umborð og manningin taldi fýra fólk.