Danskt flogfar misti rakett

Tá eitt F16-jagaraflogfar hjá donsku loftverjuni var á venjingarferð yvir Vesturhavinum í gjár, misti tað tann fremsta partin av einari rakett, sum hekk undir flogfarinum.

Danska loftverjan sigur, at tað er mest sannlíkt, at flogfarið misti rakettina, meðan tað var á flogi yvir Vesturhavinum, og at hon tí er farin í havið. Er tað kortini so, at rakettstykkið er dottið niður á jørðina, er skipanin, sum fær rakettina at bresta, uttan iva oyðiløgd, og tí er rakettin ikki vandamikil. Kortini mælir loftverjan fólki frá at pilka við rakettina, um tey finna hana.

Rakettin, sum F16-flogfarið hevði, er av slagnum MIM9L Sidewinder, og danska loftverjan hevur umleið 200 av hesum rakettunum, sum eru ætlaðar til at skjóta onnur flogfør niður við.

Ein rakett av hesum slagnum hevur níggju kilo av spreingievni.