Danskt felag sendi Barcelona úr CL

Fyrr í vikuni bleiv Barcelona sent úr CL-kappingini í fót­bólti, og leygardagin fekk hond­bóltsliðið hjá felagnum somu lagnu. Tað hendi, tá Barcelona og AG København spældu ta seinnu fjórðingsfinaluna í Palau Blaugrana-høllini í Barce­lona. Spanska liðið vann dystin 33-29, men tað var ikki nóg mikið, tí danska liðið vann tann fyrra dystin, sum var í Keypmannahavn, við 29 málum ímóti 23.
Støðan í steðginum var javn­leik­ur 17-17, og í endanum bleiv dysturin rættiliga spennandi, tá tað í tveimum førum eydnaðist Barcelona at koma á odda við fýra málum. Men við einum stórspælandi Ólafi Stefánssyni sum oddamanni eydnaðist tað AG København at forða fyri, at munurin ikki bleiv størri.
AG København skal nú spæla í Final Four-endaspælinum, sum verður í Köln 26. og 27. mai millum fýra tey bestu liðini í Evropa, og har skal ársins CL-vinnari finnast.