Danskt farmaskip á land í Avstralia

Manningin, sum er av Filipsoyggjunum, er bjargað. ?Pasha Bulker?, sum danska reiðaríið Lauritzen rekur fyri eitt japanskt reiðarí, fór á land í illveðri nærhendis Newcastle norðan fyri avstralska stórbýin Sidney.

Avstralskar tyrlur tóku manningina, sum taldi 21, av skipinum. Øll manningin er av Filipsoyggjunum, sigur danska útvarpið.

?Pasha Bulker? var á veg til Newcastle eftir koli, tá tað fór á land. Avstralsk bløð skriva, at fleiri onnur skip komu í havsneyð í illveðrinum.