Tær báðar donsku dramasendingarnar Brotsgerðin og Borgin hava báðar verið so mikið væl umtóktar, at tær í nærmastu framtíð koma at dysta um bretsku príshandanina sum BAFTA, ið stendur fyri " The British Academy of Film and Television Arts", skal handa. Kappingin sendingarnar ímillum er um hvør fer avstað við heiðrinum sum "besta útlendska dramaseria". Hetta er fyrstu ferð í søguni at tvær danskar dramasendingar skulu kappast um somu virðisløn, veit dr.dk at siga.
Tíðindi