Danskt Bon Jovi og R’n’B í byin.fo

Danska R’n’B stjørnan Alex vitjar byin.fo hetta vikuskiftið. Hann fer á pall í Cippo fríggjakvøldið og í Eclipse leygarkvøldið, samstundis er Bon Jovi á skránni í REX har Bon Jovi Jam úr Danmark vitjar.

Tónleikur


Hetta vikuskiftið vitja tvey útlendsk tónleikanøvn hjá byin.fo. Danski R’n’B sangarin Alex vitjar á øðrum sinni í Føroyum, og spælir hesaferð tvær konsertir, hitt navnið er Bon Jovi jam, somuleiðis úr Danmark, ið undirheldur í REX í kvøld og leygarkvøldið.


Yngri gestir í Cippo

Rúni Djurhuus frá byin.fo sigur við planet.fo, at tey hava sett Alex á pallin í Cippo í kvøld og í Eclipse í annaðkvøld. Síðsta vikuskiftið royndi byin.fo á fyrsta sinni, at lata dyrnar í Cippo upp fyri yngri gestum. Hetta riggaði sera væl.

- Tey 15-18 ára gomlu hava einki stað at fara í dansa, og vit hildu tí, at tað var upplagt, at lata eitt av okkara støðum upp fyri teimum. Tí royndu vit hetta síðsta vikuskiftið, og fólk tók ótrúliga væl ímóti tí, sigur Rúni Djurhuus og heldur fram:

- Vit høvdu ikki færri 200 ung har seinasta fríggjakvøld, og vit fingu so nógvar góðar reaktiónir. Nógv foreldur hava eisini ringt til okkum og takkað okkum fyri, at vit hava gjørt hetta, so tað eru vit øgiliga glað fyri tað. Hetta gevur okkum eisini ein eyka møguleika hetta vikuskiftið. Vit kunnu hava Alex, at spæla til rúsfrían dans í Cippo fyri teimum yngru í kvøld og so hava hann í Eclipse í annaðkvøld, har hann spælir fyri teimum, sum eru yvir 20 ár. Sostatt er talan um tveir ymiskar bólkar av fólki, og tí ber til at hava eitt útlendsk navn tvey kvøld á rað í Havn, vísir Rúni á.


Danskt R’n’B

Alex er kendasta andlitið í donskum R’n’B. Hann gjørdist fyrst kendur í heimlandinum, tá hann sum luttakari í Popstars valdi at fara burtur úr sjónvarpssendingini fyri at royna sína egnu yrkisleið. Hetta hevur gingið væl fyri hann. Nýggjasta fløga hansara var á donskum, og fekk góða móttøku bæði millum fólk og fjølmiðlar. Hon varð skapt í samstarvi við kenda danska framleiðslusamstarvið MadnessForReal, ið m.o. hava arbeitt við Black Eyed Peas og Ice Cube.

Ummælarnir vóru á einum máli um, at her var talan um eina frálíka fløgu frá einum framúrskarandi sangara. Dj-Neon verður eisini í Cippo fríggjakvøldið og leygarkvøldið er DJ-Eddie í Eclipse.