Tann vælumtókta danska fótbóltsheimasiðan, bold.dk, hevur fingið nýggjan eigara.
Ekstra Bladet upplýsir í dag, at blaðið hevur keypt heimasíðuna, sum fleiri túsund danskir fótbóltsfjepparar vitja hvønn dag.
– Bold.dk hevur eina serliga støðu í danska miðlamarknaðinum, og vit gleðast um, at hon nú verður partur av Ekstra Bladet familjuni, sigur Andres Borup Sørensen, blaðstjóri , við eb.dk.
Hann hevur sjálvur veirð blaðstjóri á júst bold.dk, so hann hevur góðan kunnleika til fótbóltsmiðilin.
Í mars hevði bold.dk góðar 61 milliónir síðuvísingar, sum ger miðilin til landsins fimtstørsta talgilda miðilin. Tað sæst á Dansk Online Indes, sum ger lista yvir landsins mest vitjaðu heimasíður.
Bara Ekstra Bladet, B. T., TV2 og DR høvdu fleiri síðuvísingar á teirra heimasíðum.
Ekstra Bladet sigur, at tey vilja, at bold.dk heldur fram sum sjálvstøðugur miðil. Tað eru ongar ætlanir um at broyta journalistisku linjuna.
– Vit hava stóra respekt fyri sterku støðuni hjá bold.dk í miðlalandslagnum, og hana ætla vit at verja, sigur handilsligi stjórin á Ekstra Bladet, Signe Skarewquist.
Kortini heldur blaðið, at tað eru stórir møguleikar í at menna støðuna hjá fótbóltsmiðlinum og forrætningini.
Keypið av bold.dk fær onga ávirkan á fótbóltsskrivingina í Ekstra Bladet.
Blaðið vil ikki upplýsa, hvussu nógvar pengar tey hava goldið fyri bold.dk.
Heimasíðan hjá Ekstra Bladet var sambært Dansk Online Index landsins best umtókta tíðindaheimasíða í mars við 644 milliónum síðuvísingum. Bt.dk var nummar tvey á listanum við 535 milliónum.
/ritzau/