Tað verður helst danska arkitektafelagið, Arkitea, sum fer at tekna nýggja eldradepilin yviri við Strond í Havn.
Sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð viðgjørdi málið í gjár, og umsitingin fer nú at samráðast við danska arkitektafelagið um at fara undir projekteringina.
- Nevndin samtykti at seta fimm milliónir krónur av næsta ár til projektering, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd. Hon sigur, at nevndin umframt tað eisini hevur samtykt eina fimm ára ætlan, har 38 milliónir verða settar av til økið næstu fimm árini.
- Samtyktin í sosialu nevnd skal so fyrst fyri í figgjarnevndini áðrenn hon endaliga skal samtykkjast í býráðnum, sigur Halla Samuelsen.
Danska arkitektafelagið skrivar um verkætlanina á heimasíðu síni, www.arkitema.dk
Har sigur, felagið, at í vinnarauppskotinum um eldramiðstøð í Havn hava tey lagt dent á skapa stakar íbúðir, sum allar eru í við í einum størri felagsskapi.
- Hesar íbúðir eru gjørdar soleiðis, at tær eru samleikaskapandi, tey gomlu kenna seg aftur og hava eitt fantasitskt útsýni yvir Nólsoayrfjørð, skrivar Arkitema.
Vit frætta nærri um verkætlanina í einum næstu bløðunum.