Í mong ár var tað lætt hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Danmark at fáa arbeiði, men soleiðis er ikki longur.Tað hevur gjørt, at nógvar leita sær av landinum at arbeiða, og her tykist Noreg vera serliga áhugavert.
Heimasíðan vikarNorge.dk sigur við danska kringvarpið, at har fáa tey fyrispurningar frá millum 40 og 50 sjúkrarøktarfrøðingum um mánaðin.
Hjá vikarNorge.dk halda tey, at í løtuni eru einar 500 danskir sjúkrarøktarfrøðingar í Noregi og arbeiða, og sum skilst arbeiða teir flestu innan heimarøktina og á ellisheimum.