Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danskir ráðharrar: Trump skal ikki hava Grønland

- Trump skal ikki hava Grønland, og tí fari eg ikki at geva nakra uppskrift upp á, hvussu hann skal hava landið, sum hann ikki skal hava, sigur Lars Løkke Rasmussen

Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danski uttanríkisráðharrin og dansk verjumálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen, siga báðir við ein munn, at amerikanski forsetin, Donald Trump, skal ikki fáa loyvi til at fáa Grønland, soleiðis sum forsetin hevur sagt, at hann ynskir sær.

 

- Jamen, Trump skal ikki hava Grønland. Grønland er Grønland, og grønlendska fólkið er eitt fólk í fólkarræðisligum høpi, sigur Lars Løkke Rasmussen. Hetta skriva Ritzau og fleiri aðrir útlendskir miðlar í dag, og Sermitsiaq endurgevur eisini hesar útsagnir.

 

Men, um Trump so kortini vil hava Grønland - skal hann so gera innrás í landið fyri at fáa tað? spyrja miðlarnir.

 

- Trump skal ikki hava Grønland, og tí fari eg ikki at geva nakra uppskrift upp á, hvussu hann skal hava landið, sum hann ikki skal hava, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Uttanríkisráðharrin kennur seg troystarríkan og heldur, at Grønland heldur vil vera verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark og Føroyum heldur enn at gerast ein statur í USA.

 

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, er samdur við Lars Løkke Rasmussen og endurtekur, at Trump skal ikki hava Grønland.

 

- Eg eri samdur við útsagnunum hjá uttanríkisráðharranum, sigur hann.

 

Verjumálaráðharrin er eisini spurdur av miðlunum, um hann heldur, at Mette Frederiksen kanska skuldi havt verið týðiligari, tá hon herfyri tosaði við amerikanska forsetan.

 

- Eg haldi, at forsætisráðharrin fleiri ferðir hevur gjørt støðuna greiða yvirfyri Donald Trump, sigur Troels Lund Poulsen, og tað er enn einaferð Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

 

 

Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix