Í dag fóru danska stjórnin, arbeiðsgevararnir og arbeiðstakararnir undir samráðingarnar, sum eftir ætlanini skulu útvega ríkiskassanum fýra milliardir krónur. Á einum tíðindafundi aftan á fundin segði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, at danir skulu tátta reimina, arbeiða meiri og vænta minni í komandi árum.
Danskir fjølmiðlar skriva nú, at nakrar fáar tímar undan fundinum millum stjórnina, arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar (myndin) hevði Fólkatingið samtykt eitt lógaruppskot, sum gevur ráðharrunum 31 prosent meiri løn um árið. Samtyktin ber í sær, at ráðharralønin hækkar úr 924.859 krónum í 1.212.164 krónur.
Fyri tveimum árum síðani samtykti enska stjórnin at koyra ráðharralønina fimm prosent niður, og tann nýggja stjórnin í Fraklandi hevur eisini samtykt at lækka sína og forsetans løn.
Tá fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen legði endurreisingarætlanina hjá táverandi stjórnini fram, segði hann, at lønin hjá stjórnini skuldi fimm prosent niður. Í dag atkvøddu 103 tinglimir fyri uppskotinum um lønarhækkingina. Bara Liberal Alliance atkvøddi ímóti, skrivar DR.