Danskir politikarar fáa hóttanir

Helmingurin av topppolitikarunum í teimum donsku kommununum hava fingið hóttanir ella hava verið fyri øðrum ágangi orsakað av teirra politiska arbeiði. Tað vísir ein spurnarkanning hjá kringvarpinum DR, sum hevur tosað við 400 borgarstjórar og kommunalar nevndarformenn.

57 prosent av teimum siga, at teir hava verið fyri persónligum ágangi, og meiri enn 20 prosent siga, at teir hava fingið hóttanir frá illum borgarum.

Ulrik Kjær, sum er professari á Syddansk Universitet, sigur seg vera skelkaðan av kanningarúrslitinum.

-Tað eru fólk, sum fara upp í politikk fyri at gera okkurt fyri felagsskapin, men skal tað elva til hóttanir og annan ágang, so hevur demokratiið eftir mínari meting ein rættiliga stóran trupulleika, sigur professarin, sum er serkønur í kommunalum viðurskiftum.