Danskir pengar skulu menna arabiskt demokrati

Danska stjórnin fer at nýta 100 milliónir krónur til at menna demókratiið og mannarættindini í tí arabiska heiminum

Donsku pengarnir skulu nýtast til at nútímansgera skúlaverkið, virka fyri frælsum fjølmiðlum, geva kvinnum størri rættindi og bøta um mannarættindini yvirhøvur.

Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, sigur, at ætlanin er ein liður í einum broyttum uttanríkispolitikki. Higartil hevur meginreglan verið, at Danmark skal ikki leggja seg út í viðurskifti í Miðeystri fyri ikki at órógva tryggleikan. Men nú verður politikkurin lagdur um, og endamálið er at fyribyrgja yvirgangi við at samstarva við hóvligar og demokratiskt sinnaðar kreftir í teimum arabisku londunum.

Ætlanin hjá dønum er eisini, at sjálvbodnir danskir felagsskapir skulu arbeiða saman við felagsskapum í teimum arabisku londunum uttan beinleiðis alment eftirlit. Men egyptiski demokrati-serfrøðingurin Hala Mustafa sigur við danska útvarpið, at hetta kann gerast trupult.

-Nýskipanir í tí arabiska heiminum skulu byrja í erva og ikki í neðra, sigur hon.