Nú um vikuskifti koma fýra orgulnæmingar úr Haderslev í Danmark til Føroya á konsertferð.
Orguldreingirnir úr Haderslev, sum teir eisini verða nevndir, eru í ferðalag við lærara sínum, sum eisini er organistur í dómkirkjuni í Haderslev, og sum somuleiðis stendur á odda fyri dreingjakórinum har, sum dreingirnir eisini syngja í.
Tey í Havnar Kirkju siga, at á ferðini í Føroyum fara teir at spæla ymsa staðni. Sunnudagin spæla teir, tveir og tveir á guðstænastum í Vesturkirkjuni og í Havnar kirkju og teir næstu dagarnar fara teir at spæla í kirkjunum í Fuglafirði og í Sandavági, áðrenn teir enda konsertferðina aftur í Havn.
Á ferðini fara teir eisini at hyggja og, og at spæla á orglini í Glyvra kirkju, Sørvágs kirkju og í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Av tí at tað er Frobenius-grunnurin, sum rindar fyri ferðina, eru tað serliga orgul, sum Frobenius hevur bygt, sum áhugi er fyri.
Føroyaferðin verður eisini tikin upp á film.











