Danskir studentaskúlanæmingar, sum útbúgva seg við serligum atliti til fjølmiðlarnar, eru í hesum døgum í Føroyum. Hesin flokkurin, sum er av Bornholm, hevur eitt samstarv við flokkar í Hoydølum um útveksling av næmingum. Samstarvið ber í sær, at næmingar av Bornholm kunnu koma til Føroyar, og næmingar úr Hoydølum kunnu fara til Bornholm.
Donsku studentaskúlanæmingarnir vóru úti á Sosialinum og kunnaðu seg um viðurskiftini í einum fjølmiðlahúsi. Teir hildu tað vera spennandi at samanlíkna føroyska fjølmiðlaheimin við umstøðurnar á Bornholm.
- Tað er stuttligt at samanlíkna við okkara egna har heima, har vit hava umleið 45.000 fólk. Eg haldi ikki, at munurin er stórur. Talið av arbeiðsfólki er nakað tað sama, sigur Daniel Jensen, sum gongur í studentaskúla á Bornholm.
Nønne Ingbrecht er eisini við sama flokki, og hon heldur tað verða eitt sindur ymiskt frá viðurskiftunum har heima.
- Nú gera tit útvarp her og royna nøkur onnur ting. Á Bornholm er tað kanska eitt sindur meira konservativt, sigur Nønne Ingbrecht, studentaskúlanæmingur.










