Ein danskur bussur rendi í morgun inn í eina jarnbreytarbrúgv í forstaðnum, Moosach, uttan fyri München, har suðuri í Týsklandi.
Bussurin var fullur av donskum skúlanæmingum, og 40 av teimum fingu smærri snuddir, skrivar avísin, Süddeutsche Zeitung.
50 børn vóru í bussinum, og nøkur teirra eru innløgd á sjúkrahús til kanningar og onnur gista á sjúkrahúsi, upplýsir politiið.
Tann fýra metrar høgi bussurin koyrdi inn í eina jarnbreytarbrúgv, sum bara var 3,6 metra høg, og ovara hæddin á bussinum fekk stóran skaða.