Ein frágreiðing, sum avdúkaði, at nógv børn í Grønlandi fáa ikki ta neyðugu røktina og kanska eisini verða illa viðfarin heima við hús, fekk fleiri danskar politikarar at finnast at teirri sosialu skipanini í Grønlandi, og myndugleikarnir har vórðu lagdir undir at svíkja børnini. Men nú vísir ein frágreiðing, at teir donsku myndugleikarnir hava líka stórar trupulleikar, tá tað snýr seg um grønlendskar familjur, sum búgva í Danmark.
Felagsskapurin Grønlandske Børn hevur havt eina verkætlan við grønlendskum børnum, sum búgva saman við mammuni ella pápanum. Kanningin umfataði 80 børn, og tað vísti seg, at nógv av børnunum høvdu tað so ringt, at felagsskapurin kendi seg noyddan at senda boð eftir teimum kommunalu myndugleikunum, sigur danska kringvarpið.
Verkætlanin vardi fýra ár, og hesi árini sendi felagsskapurin kommununum 89 fráboðanir. Avleiðingin var, at 61 børn eru flutt heiman ella hava fingið ein kommunalan stuðul. Børnini, sum vóru við í kanningini, búgva í Keypmannahavn, Århus, Odense, Aalborg og Esbjerg.










