Tað hevur kavað rættiliga illa har norðuri og har eysturi í Danmark, og tað órógvar ferðsluna nógv. Millum annað eru fleiri motorvegir í Eysturjyllandi og á Norðursælandi stongdir í morgun av kava, og soleiðis er eisini við nógvum av teimum smáu vegunum.
Bjargingartænastan hevur havt úr at gera, og tað seinasta samdøgrið hevur hon veitt hjálp í meiri enn 3.000 førum, sigur danska útvarpið.
Nógvastaðni eru skúlarnir stongdir í morgun, tí børnini sleppa ikki í skúla, og løgreglan ræður frá allari óneyðugari koyring.