Danskir menn liva ov stutt

Samanborið við menn í øðrum londum í Evropa hava danskir menn vánaliga heilsu. Tað vísir ein ES-kanning, sum staðfestir, at summi sløg av krabbameini eru meiri vanlig hjá donskum monnum enn hjá monnum í øðrum londum.

ES-kanningin vísir, at í meðal liva danskir menn í 76 ár, og tað er stutt samanborið við menninar í eitt nú Íslandi og Svøríki.

Svend Aage Madsen, sum er sálarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum, sigur við Berlingske Tidende, at tað er serliga hugstoytt at síggja, hvussu nógvir danskir menn fáa krabbamein, og at fleiri menn doyggja av tí í Danmark enn aðrastaðni. Hann sigur, at samfelagið hevur ikki gjørt nóg mikið á hesum økinum. Sjúkan verður staðfest alt ov seint, og viðgerðin gevur ikki nóg góð úrslit, sigur Svend Aage Madsen.

Eitt nú vísir ES-kanningin, at tá tað snýr seg um krabbamein í endatarminum, er Danmark nummar 29 av 33 londum, og at Danmark er nummar 33 og 33 londum, tá talan er um krabbamein í steinunum.