Danskir loðsar strongdir

Loðsarnir í Danmark hava so nógv at gera og so nógva yvirtíð, at tað er vandamikið fyri trygdina á sjónum. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari kanning, sum Søfartens Arbejdsmiljøråd hevur gjørt.

Tað er Farvandsvæsenet, sum hevur ábyrgdina av arbeiðsumstøðunum hjá loðsunum, og Svend Eskildsen, stjóri, viðgongur, ar arbeiðsbyrðan hjá loðsunum er ein stórur trupulleiki.

-Skipini, sum skulu hava loðs, eru vorðin munandi fleiri í tali, og tað ger, at loðsarnir hava úr at gera. Tað vísir seg eisini at vera trupult hjá loðsunum at fáa ta frítíð og hvíld, sum teir hava rætt til, og tað er ein trupulleiki, sum vit noyðast at loysa, sigur Svend Eskildsen við Politiken.