Danska stjórnin hevur í dag lagt fram ymisk uppskot, sum hava til endamáls at bøta um fólkaskúlan. Eitt av uppskotunum er, at lærararnir í fólkaskúlanum skulu hava løn, eftir hvat kemur burtur úr teirra frálæru.
Stjórnin sigur, at verandi lønarskipan sigur einki um evnini hjá tí einstaka læraranum, ella hvussu stóran part av arbeiðstíðini hann brúkar til frálæru.
Stjórnin sigur, at hon er ikki í iva um, at ein lønarskipan, har tann einstaki lørarin verður løntur eftir sínum avriki, fer at geva fólkaskúlanum sum heild betri úrslit. Samstundis skulu lærararnir fáa betri møguleikar til eftirútbúgving og at luttaka á donskum og altjóða ráðstevnum.
Útrokningar hjá stjórnini vísa, at høvdu allir fólkaskúlalærararnir í Danmark havt líka nógvar frálærutímar sum lærararnir í teimum fimm kommununum, har lærararnir hava flest tímar, hevði tað givið 2,3 milliónir heilar tímar, sum svara til meiri enn 3.000 fulltíðarstørv.