Herleiðslan skal upplýsa, hvussu nógvir talibanar eru falnir fyri donskum kúlum í Afghanistan
Ta seinastu vikuna hava danskir hermenn verið við í einum umfatandi álopi á Taliban í Afghanistan. Danska herleiðslan hevur upplýst, at 11 talibanar fullu í bardaa við danskar hermenn, men aðrar keldur siga, at teir donsku hermenninir hava gjørt av við umleið 50 talibanar teir seinastu dagarnar.
Tað hevur fingið fleiri politiskar flokkar í Danmark at krevja, at herleiðslan skal upplýsa, hvussu nógvir talibanar eru falnir fyri donskum kúlum.
-Í dag tola fólk at hoyra sannleikan, og eg fari at biðja verjumálaráðharran upplýsa talið, sigur verjuframsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, John Dyrby Paulsen, við Politiken í dag. Sambært blaðnum taka aðrir framsøgumenn undir við honum.
Men herleiðslan er ikki fegin um kravið. Henrik Sommer, oberstur í herleiðsluni, sigur við Politiken, at danski herurin hevur tað støðu, at hann upplýsir ikki, hvussu nógvar fíggindar hermenninir hava gjørt av við. Hann sigur, at herurin hevur eingi almenn hagtøl um slíkt, men viðgongur, at sambært reglunum skulu hermenninir aftan á hvønn einstakan samanbrest siga frá, hvussu nógvar fíggindar teir hava rakt. Upplýsingarnar verða so latnar bretsku herleiðsluni í Afghanistan, sum hevur teir donsku hermenninar har undir sær.