Danskir hermenn í Irak uttan loyvi

Ein niðurlendsk útvarpsstøð vil vera við, at danskir hermenn vóru í Irak, longu áðrenn Fólkatingið gav stjórnini heimild til at senda hermenn hagar. Sambært útvarpsstøðini Radio 1 gjørdu servandir, niðurlendskir hermenn tænastu í Irak tann 4. mars í 2003 undir danskari leiðslu.

Er tað rætt, vóru hermenninir í Irak uttan ta neyðugu heimildina, tí tað var ikki fyrr enn tann 21. mars í 2003, at Fólkatingið samtykti at senda danskar hermenn til Irak.

Andstøðan í Fólkatinginum vil hava eina frágreiðing frá stjórnini. Søren Gade, verjumálaráðharri, er í Afghanistan í løtuni, men vinstramaðurin Jens Hald Madsen, sum var formaður í uttanríkispolitisku nevndini í 2003, sigur við TV2, at stjórnin er í ferð við at kanna málið.