Danskir hermenn fullu fyri bretskum kúlum

Kanningar hava nú staðfest, at tað vóru bretskir hermenn, sum av misgáum skutu tveir danskar hermenn í Afghanistan í heyst Kanningar hjá danska herinum hava nú endaliga staðfest, at tað vóru bretskir hermenn, sum skutu teir báðar donsku hermenninar, Thorbjørn Ole Reese og Mikkel Keil Sørensen, í Afghanistan tann 26. septembur.

Danska herleiðslan sigur, at ein misskiljing gjørdi, at bretskir hermenn skutu eftir einum staði, har nakrir danskir hermenn høvdu fingið sær støð.

Upprunaliga varð sagt, at teir báðir donsku hermenninir doyðu av skotum frá Taliban, men nakrar dagar eftir vanlukkuna boðaði bretska herleiðslan frá, at tey drepandi skotini komu frá bretskum hermonnum.