Danskir hermenn eygleiddu hópdráp

Ein væl mannað og væl útgjørt donsk ST-herdeild hugdi bara at, meðan vápnaðir menn myrdu níggju menningartarnað fólk í Kroatia í 1995. Tilburðurin fyllir ikki nógv í danskari hernaðarsøgu, men í dag hevur blaðið B.T. eina nærri lýsing av tí, sum hendi.

Blaðið skrivar, at 12 alvápnaðir menn myrdu tey menningartarnaðu við hondgranatum og hondvápnum bara fáar metrar frá 200 donskum hermonnum, sum kundu forðað blóðbaðnum, men sum fingu forboð fyri at leggja uppí.

Tilburðurin var tann 8. august í 1995 í kroatiska býnum Dvor. Sjálv avrættingin vardi einar 15 minuttir, og kanningar hjá B.T. vísa, at teir donsku hermenninir høvdu fleiri møguleikar at leggja uppí.

-Vit kundu skotið drápsmenninar. Tað hevði verið líka lætt sum at skjóta bjarnir í Tivoli, sigur Jan Wellendorff, sum var ein av teimum donsku hermonnunum, sum eygleiddu blóðbaðið, við B.T.