Í kvøld vita danskir miðlar at siga, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur kallað floksleiðarar á snarfund um Grønland.
Sambært eitt nú Berlingske og TV2 verður fundurin longu í annaðkvøld.
Í kvøld sigur grønlendski stjórnarleiðarin seg væl skilja, at fólk eru órógvað av útsagnunum hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Stórir altjóða miðlar kring heimin hava heft seg við, at Donald Trump - fyrst í 2019 - og so aftur nú sigur seg vilja keypa og í ringasta føri taka Grønland.
Í útsagnum í gjár segði Donald Trump seg ikki vilja útiloka, at USA kann brúka búskaparligt - ella hernaðarligt - trýst fyri at fáa eftirlit við Grønlandi.
Hetta hevur ført til harðar viðmerkingar í ES-londum, har eitt nú týski kanslarin, Olaf Scholz, hevur funnist at komandi amerikanska forsetanum.
Lesið eisini:
Trump-vitjanin: Ein total niðurgering av donsku stjórnini - https://www.in.fo/news-detail/trump-vitjanin-ein-total-nidurgering-av-donsku-stjornini