Landaða veiðan hjá donskum fiskimonnum fyrra hálvár í ár var ein triðing minni enn fyrra hálvár í fjør Danskir fiskimenn hava fyrra hálvár í ár mist 10% av síni bruttoinntøku í mun til somu tíð í fjør. Høgu fiskaprísirnir í ár eru orsøkin til, at inntøkurnar ikki eru minkaðar uppaftur meira.
Donsku fiskimenninir hava landað ein triðing minni higartil í ár. Fyri landaðu veiðina hava teir fingið 1,9 miljardir krónur.
Samlaða minkingin hjá donsku fiskimonnunum fyrra hálvár í ár svarar til 157 miljónir krónur, harav 103 miljónir krónur stava frá ídnaðarveiði.










