Danski fiskimálaráðharrin, Mariann Fischer Boel, hevur fingið eini greið boð frá sínum fiskimonnum, nú hon skal til Bruxelles at umrøða ætlanina hjá ES-nevndini at skerja kvoturnar næsta ár.
-Vit ætla at lata ráðharran fáa lyklarnar til skipini, áðrenn hon fer avstað. Fær hon ikki eitt úrslit, sum vit kunnu góðtaka, kann hon lata fiskivinnukommiserin Franz Fischler fáa teir. So kann hann yvirtaka danska fiskiflotan, tí vit klára okkum ikki við fleiri skerjingum, sigr Jens Søndergaard, sum er formaður í fiskimannafelagnum í Lemvig.
Jens Søndergaard var millum røðararnar á einum fundi, sum misnøgdir fiskimenn skipaðu fyri í fiskivinubýnum Thorsminde mikukvøldið. Fleiri fiskimenn tóku undir við ætlan hansara, og nú verður roynt at fáa 50 skip at seta kós ímóti Keypmannahavn um vikuskiftið. Har verða skipini bundin, og síðani ætla fiskimenninir í fiskimálaráðið við lyklunum.
Tað eru ikki bara danskir fiskimenn, sum mótmæla ætlaðu skerjinunum hjá ES-nevndini. Í Antwerpen gingu belgiskir fiskimenn mótmælisgongu, og í fleiri fronskum havnum hava illir fiskimenn stongt partar av bryggjuni.
ES-nevndin mælir til at steðga øllum toskafiskiskapi í Norðsjónum, samstundis sum aðrar kvotur skulu skerjast nógv.










