Herfyri gjørdi danska stjórnin av at útseta eina ætlan um at herða umhvørviskrøvini til landbúnaðin, men nú ávara serfrøðingar um, at tað kann drepa alt livandi í firðunum. Serfrøðingar siga, at útsetingin kann gera enda á fiski og øðrum livandi í teimum donsku firðunum.
-Avgerðin hjá stjórnini at útseta krøvini til landbúnaðin um minni køvievni og minni fosfor gera, at tað er ein veruligur vandi fyri, at umhvørvið í okkara firðum doyr, sigur Stig Markager, professari á lærda háskúlanum í Århus, við Politiken.
Tað sama siga Mogens Flindt, lektari á Syddansk Universitet og Kaj Sand Jensen, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við blaðið.
Karen Ellemann, umhvørvismálaráðharri, er ikki samd við teimum serkønu. Hon sigur við Politiken, at støðan í teimum donsku firðunum er batnað tey seinastu árini.
-Tað er tí ikki rætt, tá tað verður sagt, at firðirnir eru í ferð við at doyggja. Vit eru tvørturímóti í ferð við at fáa viðurskiftini aftur á beint, sigur hon við blaðið.









