Fongsulskórið úr stóra danska statsfongslinum hevur 20 ár á baki, og ofta verður tikið til, at hetta er mest kriminella kóri í ríkinum.
Kórið syngur bæði egnar sangir og sangir hjá øðrum. Eisini hava tey givið fleiri fløgur og bøkur út.
Konsertirnar í Føroyum verða fimm í tali, og tær verða hildnar á Toftum, Klaksvík, Hoyvík, Vestmanna og í Vági. Í øllum fimm førunum eru tað kirkjur, sum eru karmur um framførsluna.










