Danir eru nú so fríggjarliga kroystir, at familjumenn standa í kø fyri at sleppa at bera bløðini út, og harvið fáa eitt ískoyti á nakrar túsund krónur til mánaðarlønina. Donsku bløðini hava í fleiri ár havt sera trupult við at finna fólk, sum vilja bera bløðini út, og tí hava nógvir rumenar og póllendingar gingið við bløðum í Danmark. Stóru feløgini, sum bera bløð út í Danmark, siga, at nú støðan ein heilt onnur, og síðani februar hevur ikki verið neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi at bera bløðini út.
- Seinastu mánaðirnar hava vit fingið alsamt fleiri fyrispurningar frá donskum familjumonnum, sum vilja hava eitt ískoyti til lønina. Tað byrjaði í Jútlandi, men nú er rákið tað sama kring alt landið, sigur Hans Peter Nissen, sum er ein av stjórnum í JP/Politikens Hus.
Hann sigur, at tað ofta eru ófaklærdir menn, sum ikki longur fáa yvirtíð á sínum arbeiðsplássi, sum bjóða seg fram at bera bløð út tíðliga á morgni.










