Síðan donsku handilsketurnar fóru undir tilgongdina ikki at keypa donsk egg, vorpin av búrhønum, eru handilsketur í størri mun eisini farnar at innflyta og selja útlendsk skavingaregg framum tey donsku.
Skavingaregg eru egg vorpin av hønum, sum ganga leysar inni í mun til egg, vorpin av búrhønum. At keturnar í størri mun gevast at keypa búregg, hevur nakað við teirra hugburð um djóravælferð at gera.
Støðan ørkymlar danskar eggjaframleiðarar kring um landið, og fleiri framleiðarar hava verið noyddir at leggja framleiðsluna um - frá búreggum til skavingaregg - tí flestu handilsketur vilja ikki hava búregg.
At donsku handilsketurnar nú eisini eru farnar at keypa útlendsk egg til síni viðskiftafólk framum tey donsku, hevur trýst kappingina um skavingareggini, og hetta órógvar ikki minst donsku framleiðararnar.
Samtakið Dagrofa, sum stendur aftan fyri handlarnar Meny, Spar, Let-Køb og Min Købmand, sigur við www.jv.dk, at ein fjórðingur av teirra 12 eggjavørum eru finskar.
Hinvegin siga Salling Group og Coop við netsíðuna, at tey ikki hava útlendskar eggjavørur á sínum hillum.
- Sum eina avleiðing av, at vit vilja av við búregg, hava vit tikið finsk skavingaregg inn, tí finsku eggini eru kappingarfør, og viðskiftafólkini spyrja eftir bíligum eggum.
Tað sigur samskiftisfólkið hjá Dagrofa, Jacob Lassen, í teldubrævi við heimasíðuna - www.jv.dk. Lagt verður aftrat, at Finnland gjøgnum mong ár hevur havt eina serstøðu í ES í mun til salmonella.
- Hetta er ein serstøða, sum Danmark nú eisini hevur fingið, sigur samskiftisfólkið, sum leggur aftrat, at parturin av útlendskum eggum er vorðin størri seinastu tvey árini.