Danskir dreymurin brast

Fyri fyrstu ferð noyðist Ulrik Wilbek heim aftur frá endaspæli uttan heiðursmerki

Hondbóltur

 

Danmark megnaði ikki at senda Kroatia úr OL-endaspælinum, tá liðini hittust fyrrapartin í dag. Danir vóru aftan fyri 12-14 í steðginum, og endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til Kroatia.

Danir høvdu frá byrjan trupulleikar móti sterku kroatunum, og serstakliga hevði Danmark ilt við at fáa nóg høgt tempo í bæði álopsspælið.

Tað gav at bíta frá byrjan, tá Kroatia alt fyri eitt vann seg 4-5 mál framum, og tó at danir stríddu seg aftur á javnt, so kostaði stóra takið.

Eitt lítið skifti eftir steðgin vann Danmark seg framum, men tað tóktist støðugt, sum høvdu teir reyðu ikki neyðuga yvirskotið. Tvær ferðir spældu teir í yvirtali, uttan at teir gjørdu sær dælt av hesum, og tá brotskast so eisini varð misnýtt, tá støðan var 20-22, skuldi hetta ikki vera dagurin hjá dønum.

Talan varð soleiðis um fyrsta endaspælið – OL, HM og EM – har Ulrik Wilbek ikki hevur heiðursmerki við sær heim aftur til Danmarkar.