Fyri løtu síðani tapti Danmark 24-26 til Kroatia. Danir brendu nógvar upplagdar møguleikar og brotskøst, og tá er torført at vinna seg víðari. Kroatia var á odda 14-12 í steðginum. Kroatia var betri í 1. hálvleiki, og var tað ikki fyrr enn ímóti endanum av hálvleikinum, at Danmark kom betur við. Ta einu løtuna førdi Kroatia 10-6. Danmark hevði sína bestu løtu í fyrru helvt av 2. hálvleiki, har teir løgdu seg á odda 17-16, 18-17 og 19-18. Men so vendi dysturin, og tá alt avtornaði stóðu danir eftir við ongum. Danir hava tó framvegis 5. plássið at stríðast fyri, sum gevur beinleiðis atgongd til komandi HM-endaspælið. Hetta er fyrstu ferð, at Ulrik Wilbek ikki vinnur gull, silvur ella bronsu við eitt OL, HM ella EM-endaspæl. Og dreymurin hjá mongum norðurlendingum um eina OL-finalu millum Ìsland og Danmark er brostin.