Danskir brøður ákærdir fyri yvirgangsætlanir

Tveir danskir brøður, 19 og 24 ára gamlir, eru ákærdir fyri at hava fyrireikað og fíggjað uppihaldið hjá eldra bróðrinum í einari venjingarlegu, sum somaliska hernaðarrørslan, al-Shabaab, rekur.

Tað er ríkisadvokaturin í Århus, sum hevur reist ákæruna móti ungu monnunum, ið eru danir av somaliskum uppruna.

Sambært ákæruni var hin eldri bróðurin í venjingarlegu í útryðjuni av høvuðsstaðnum í Somalia, Mogadishu. Hetta var í nakrar mánaðir fram til mars mánað í 2012.

Í leguni fekk hin 24 ára gamli venjing og upplæring í at fremja yvirgangsatsóknir.

Sambært ákæruni er hin 19 ára gamli ákærdur fyri at hava hjálpt hinum eldra fíggjarliga, meðan hesin var í leguni.

Báðir brøðurnir eru eisini ákærdir fyri at hava veitt al-Shabaab fíggjarligan stuðul.

Brøðurnir koma helst fyri rættin miðskeiðis í mars mánaða, og teir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðan í mai 2012.