Danskir bankar mist nógv

Tann seinasti ársfjórðingurin royndist eftir øllum at døma stak illa hjá teimum donsku bankunum. Jyllands-Posturin skrivar, at tað er ikki óhugsandi, at bankarnir mistu so mikið sum fimm milliardir krónur tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør. Altjóða fíggjarkreppan gjørdi, at bankarnir mistu nógv av óhepnum útlánum og óhepnum íløgum, skrivar blaðið. Mett verður, at donsku bankarnir høvdu millum seks og níggju milliardir í avlopi fyri skatt í fjør ímóti 39 milliardum krónum í 2007.