Sunnudagin kemur danski vinnumálaráðarrin Simon Kollerup til Føroya á vitjan. Hann skal hitta føroyska vinnumálaráðharran Helga Abrahamsen. Hesum boðar danska Vinnumálaráðið frá í dag.
Sum skilst skulu teir báðir snakka um búskap og koronu, og eisini skal danski vinnumálaráðharrin vitja Bakkafrost í Runavík.
Simon Kollerup fer til Danmarkar aftur mánadagin.











