- Eg meti, at føroyska stjórnin er greið yvir, at ES væntar, at tey ikki skulu útnytta støðuna sum er íkomin, eftir at Russland hevur sett innflutningsbann móti ES, sigur danski uttanríkisráðharrin Martin Lidegaard.
Danskir miðlar skriva óført um vitjanina hjá løgmanni í Russlandi herfyri.
Meðan Danmark og restin av ES eru boykotta av Russlandi, royna føroyingar at økja um útflutningin til Russlands.
"Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, var mánadagin á fundi við vararáðharranum fyri fiskarí, Ilja Sjestakov, og her nýtti hann høvið at finnast at sanktiónspolitikkinum hjá ES. Og samstundis fekk hann játtan frá russarum um at økja um útflutningin". Hetta skrivar Berlingske í kjalarvørrinum av vitjanini í Russlandi.
- Vit hava øll eina ábyrgd at tryggja, at eingin fær eyka inntøku av, at onnur missa sín marknaðarpart orsaka av sanktiónunum, og eg vóni, at føroyingar aftur finna tí røttu javnvágina í hesum máli, sigur uttanríkisráðharrin við Berlingske.
Almennu Russlandi hava tó sagt um fundin, at "Russland og Føroyar hava viðgjørt møguleikan fyri at økja um samstarvið innan fiskavørur", og tað er greitt, at føroyskur fiskur skal nýtast til at gera avleiðingarnar av russiska innflutningsbanninum móti ES og Norra minni umfatandi.
Les greinina á Berlingske her:










