Í gjár kom danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen til Føroya á vitjan. Talan er um eina aftur-vendandi arbeiðsvitjan. Í gjár hitti hann løgmann og onnur umboð fyri landsstýrið og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Hóast einki hevur verið frammi um, hvat uttanríkisráðharrin skal tosa við føroyingar um, so er greitt, at spurningar um EFTA, ES, marknatrætuna við Bretland verða á skránni fyri vitjanina. Helst verður fullveldisætlanin hjá landsstýrinum eisini á skránni.
Í dag skal utanríkismálaráðharrin vitja í Klaksvík og á Viðareiði.
Niels Helveg Petersen er bert ein av fleiri framstandandi donskum politikarum og ráðharrum, sum hevur vitjað í Føroyum í seinastuni. Herfyri var Nyrup, forsætisráðharri á vitjan, síðani var Svend Auken, orkumálaráðharri her og eftir hann Hækkerup verjumálaráðharri og í farnu viku formaðurin í Vinstraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen.










