Á evropeisku fiskivinnuframsýningini European Seafood Exposition (ESE) 3.-5. mai vitjaði danski matvøruráðharrin, Henrik Høegh, føroyska landabásin. Ráðharrin vitjaði básin hjá Bakkafrost og nýtti í hesum sambandi høvi at fáa eitt prát um fyritøkuna við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost.
Eingin luttøka var frá føroyska politiska myndugleikanum á ESE hesaferð. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.