Danski landsliðsvenjarin gevst

Landsliðsvenjarin hjá danska hondbóltslandsliðnum, íslendski Guðmundur Guðmundsson, leggur frá sær í summar, boðar DR frá í dag. Sáttmálin gongur út, og venjarin hevur avgjørt ikki at endurnýggja sáttmálan.

 

Illa kann sigast annað, at hann gevst á toppinum. Danska landsliðið vann jú gull í OL í Rio í august.

- Eg havi upplivað nógv spennandi við danska landsliðnum, seinast OL-gull, sum er tað størsta nakrantíð. I summar gongur sáttmálin tó út, og eg havi aðrar ætlanir, sigur Guðmundur Guðmundsson í einum tíðindaskrivi.

 

Hann hevur verið venjari hjá danska hondbóltslandsliðnum síðani 2014.