Danski landastjórin í BankNordik farin frá

BankNordik boðar í morgun frá, at landastjórin í Danmark, Jan Ulsø Madsen, er farin frá.

Landastjórin fyri BankNordik í Danmark, Jan Ulsø Madsen, hevur fingið starv sum forstjóri fyri børsskrásetta Vestjysk Bank og fer tí úr bankanum. Jan Ulsø Madsen hevur verið landastjóri fyri BankNordik í Danmark síðstu fýra árini.

 

- Vit siga í dag farvæl við ein dugnaligan bankamann, sum hevur røkt eitt týdningarmikið leiðstustarv í einum umráðandi tíðarskeiði fyri BankNordik, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

- Jan byrjaði í BankNordik stutt eftir keypið av donsku bankadeildunum frá Sparbank í 2010, og hann var tí við í allari tilgongdini, tá BankNordik tók yvir sunnu partarnar av Amagerbankanum um summarið í 2011. Tí er tað eisini við sorgblídni, at vit ynskja Jan blíðan byr við nýggju avbjóðingunum.

 

 

BankNordik hevur verið ígjøgnum eina stóra broytingartilgongd tey seinastu árini, tí fer stjórnin í bankanum at nýta komandi tíðina til at meta um tørvin á at styrkja bygnaðin og til at tillaga ábyrgdarbýtið í leiðslubólkinum. Í fyrstu atløgu fer stjórnin í bankanum at taka yvir leiðsluuppgávurnar hjá Jan Ulsø Madsen, av tí at hann fer úr bankanum beinanvegin.