Frá 2045 at rokna hækkar pensjónsaldurin í Danmark hálvt ár minni enn annars ætlað, stendur í einum eftirlønaruppskoti frá Javnaðarflokkinum í Danmark.
Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú á tíðindafundi í Keypmannahavn.
– Hann fer at hækka spakuligari enn tað, sum avtalað er í dag. Vit fara at halda fast við meginregluna um, at vit skulu arbeiða meira, tá vit gerast eldri, sigur Mette Frederiksen um pensjónsaldurin.
Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri og Kaare Dybvad Bek, vinnumálaráðharri, eru eisini við í framløgutoyminum hjá Javnaðarflokkinum. Hetta er fyrsti stóri tíðindafundurin hjá Javnaðarflokkinum í valstríðnum.
Javnarflokkurin fylgir sostatt einum tilmæli frá Pensjónsnevndini, sum legði síni tilmæli um framtíðar pensjónsskipan fram aftur í 2022.
Millum annað mælti kommissiónin til, at pensjónsaldurin skuldi hækka 0,5 ár fimta hvørt ár í staðin fyri verandi 1 ár.
Uppskotið fevnir eisini um leinging av sokallaðu Arne-pensjónini til fyritíðarpensjón. Hetta fer at hava við sær, sambært flokkinum, at næstan helmingurin av dønum við tíðini fóru at kunna leggja frá sær fyrr av arbeiðsmarknaðinum.
– Kemur tú fyrst út á arbeiðsmarknaðin, eigur tú eisini at kunna fara av arbeiðsmarknaðinum fyrst, sigur Mette Frederiksen.
/Ritzau/










