Danski javnaðarflokkurin gjørt eitt gott arbeiði

-Danski javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni víst, at hann nú hevur funnið rætta stevið aftur, hvat Føroyum viðvíkur, og hetta fegnist eg um. Men tað er hugvekjandi at síggja, at hvørki Vinstra ella Konservativi flokkurin vildu atkvøða fyri avtaluni.

Fíggjarnevndin í danska fólkatinginum samtykti hósdagin avtaluna millum Føroyar og Danmark, dagin eftir at sama avtala varð samtykt av einum einmæltum løgtingi.

Men samtyktin í donsku fíggjarnevndini fekk ikki undirtøku frá øllum flokkum. Meðan javnaðarflokkurin og hinir vinstraflokkarnir saman við teimum radikalu, CD og teimum kristiligu atkvøddu fyri avtaluni, atkvøddu Danski fólkaflokkurin og framburðsflokkurin ímóti.

Vinstriflokkurin og teir konservativu atkvøddu als ikki. Hetta tulkar formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum og fólkatingslimurin, Jóannes Eidesgaard sum, at flokkarnir ikki vildu góðkenna avtaluna við Føroyar.

-Eg haldi tað er rættiliga áhugavert, at síggja, at hvørgin av hesum flokkunum atkvøður fyri avtaluni, nú tá nettup hesir báðir flokkar hava fingið fulla undirtøku frá sínum fólkatingsmonnum í Føroyum gjøgnum árini.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta skuldi verið eitt frálíkt høvi hjá Óla Breckmann, fólkatingsmanni at gjørt upp við teir konservativu og sloppið burtur úr tí hafti, hann hevur verið í síðani 1984.

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað má vera ein beiskur biti hjá Óla Breckmann at svølgja, at tann flokkurin, sum hann altíð hevur stuðlað, nú ikki vil taka undir við tí avtalu, sum Óli Breckmann sjálvur sigur seg eiga so stóran part av æruni fyri.

-Eg haldi ikki, at Óli Breckmann eigur at kenna kenna seg serliga knýttan at teimum konservativu, eftir at teir hava lagt fótonglar fyri avtaluni.

Formaður javnaðarfloksins heldur tað vera rættiliga hugvekjandi, at flokkar sum Vinstri og teir konservativu, sum hava sagt seg vera so góðar Føroyavinir, nú lata vera við at atkvøða fyri eini avtalu, sum flest øll eru samd um er ein góð avtala fyri Føroyar.

-Eg haldi tað er sera løgið, at hesir flokkar, sum geva seg út fyri at vera Føroyavinir, ikki stuðlaðu avtaluni.


Danski javnaðarflokkurin gjørt eitt gott arbeiði

Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, nú avtalan er endaliga góðkend, um ynski hansara til formannin í danska javnaðarflokkinum um at geva Føroyum eina góða avtalu, eru gingin á møti?

-Tað haldi eg avgjørt. Eg føli eisini, at danski javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa okkum føroyingum eina góða avtalu.

-Men í hvønn mun hevur tín lutur sum fólkatingsmaður stuðlað undir krøv føroyinga?

-Tað er sjálvandi ringt at máta. Men eg ivist ikki í, at hetta hevur hjálpt. Vit síggja eisini nú, at støðan hjá danska javnaðarflokkinum mótvegis Føroyum er nógv meira positiv enn hon hjá bæði Vinstra og Konservativa flokkinum.

Uppá fyrispurning hvørja støðu hann fer at hava til donsku javnaðarstjórnina nú avtalan er endaliga samtykt sigur Jóannes Eidesgaard seg onga viðmerking hava í løtuni.