Danski HM-hópurin er úttikin

Danski landsliðsvenjarin, Guðmundur Guðmundsson hevur tikið út 17 mans til HM-endaspælið í hondbólti, sum verður í Fraklandi.

Mikudagin byrjar HM-endaspælið í manshondbólti. Kappingin verður í Fraklandi frá døgunum 11. januar til 29. januar.

 

Millum favorittarnir at fara við gullinum eru donsku OL-gullvinnararnir. Danmark spælir sín fyrsta dyst í bólki D fríggjakvøldið klokkan 19.45. Mótstøðuliðið verður Argentina.

 

Íslendski landsliðsvenjarin hjá Danmark hevur tikið út 17 mans. Millum teir úttiknu er Hans Lindberg, sum er av føroyskari ætt. 

 

Teir úttiknu eru :

 

Málverjar :
Nicklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, SC Magdeburg

Strikuspælarar :
Henrik Toft Hansen, SG Flensburg-Handewitt
René Toft Hansen, THW Kiel
Jesper Nøddesbo, FC Barcelona

Vengur :
Casper U. Mortensen, TSV Hannover-Burgdorf
Lasse Svan Hansen, SG Flensburg-Handewitt
Magnus Landin, KIF Kolding København
Hans Lindberg, Füchse Berlin

Bakkar :
Mikkel Hansen, PSG Paris
Henrik Møllgaard, PSG Paris
Kasper Søndergaard, Skjern Håndbold
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Mads Mensah Larsen, Rhein-Neckar Löwen
Lasse Andersson, FC Barcelona
Michael Damgaard, SC Magdeburg


- 17. maður verður Niclas Kirkeløkke frá GOG